Skjótt skal fimti hvør ameikanari halda seg innandura.
Fleiri størri statir, eitt nú New York, Illinois og Cennecticut, hava sett strang tiltøk í verk, sum skerja rásarúmið hjá íbúgvunum. Hetta er ein roynd at avmarka spjaðingina av koronasmittuni.
Hesi tiltøkini ávirka fleiri enn 75 mió. amerikanarar.
Eitt nú í New York, har fleiri enn 7.800 tilburðir higartil eru skrásettir, skulu allar fyritøkur, sum ikki hava týðandi virksemi, senda øll síni starvsfólk heim. Eisini skulu sjúk og eldri fólk halda seg innandura.
Í Illinois skulu allir íbúgvar halda seg heima, umframt at fyritøkur, ið ikki hava týðandi virksemi, lata aftur.
– Hetta hevur ikki verið ein løtt avgerð. Eg veit, at tað í summum førum stendur millum at bjarga lívið á fólki ella teirra livibreyð. Men tá alt kemur til alt, so kann mann einki livibreyð hava, um mann ikki hevur sítt lív, sigur J.B. Pritzker, guvernørur í Illinois sambært Ritzau.
Í Kalifornia, har íbúgvaratalið er uml. 40 mió., skulu íbúgvar halda seg innandura so nógv sum gjørligt.
Í New Orleans, ið hevur 390.000 íbúgvar, sleppa fólk bert út, um tey hava "neyðug ørindi".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald