Uttanlands

Fimti hvør kannaður í Stockholm hevur korona

Smittan spjaðist við ógvusligari ferð í svenska høvuðsstaðnum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-11-09 15:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Koronasmittan breiðir seg við øgiligari ferð í Svøríki. Fimti hvør borgari í svenska høvuðsstaðnum, sum verður kannaður fyri korona, er smittaður. Tað vísa nýggjastu tølini frá heilsumyndugleikunum í Stockholm

Í farnu viðu vóru 42.000 fólk í høvuðsstaðnum kannað fyri korona. Av teimum høvdu 20,3 prosent smittuna, skrivar Ritzau.

- Vit seta nýggj met hvørja viku, bæði í talinum av royndum, talinum av smittaðum, og lutfallinum av hvussu nógv eru smittað, sigur Claes Ruth á kanningarstovuni hjá Karolinska sjúkrahúsinum við Dagens Nyheter.

Áhugin fyri at lata seg kanna er eisini vorðin so stórur, at kanningarstøðirnar í og nærhendis Stockholm ikki longur kunnu fylgja við. Tí verður nú raðfest soleiðis, at heilsustarvsfólk fáa fyrstarætt.

Talið av innleggingum er eisini økt nógv, skrivar Dagens Nyheter.

Óttin fyri at koronakreppan fer at varða í langa tíð hevur fingið svensku stjórnina til at leingja stuðulsskipanirnar til vinnulívið.

Tær fyritøkur, ið eru raktar av kreppuni, kunnu fáa kreppubjálp heilt til juni mánaða, skrivar TT tíðindastovan.

- Vit eru í eini ógvuliga álvarsligari støðu við stórum vøkstri í smittuspjaðingini, sigur Magdalena Andersson, svensk fíggjarmálaráðkvinna.

Sambært ráðkvinnuni hava 100.000 fólk í Svøríki mist arbeiðið orsaka av koronakreppuni. Tað er fyri at bjarga arbeiðsplássum, at stjórnin nú leingir stuðulsskipanina.

Í dag hava svensku heilsumyndugleikarnir skrásett 20 deyðstilburðir við fólki, ið eru smittað við korona.. Sostatt er talið av deyðum í Svøríki við korona komið upp á 6.022 tilsans, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder