Svenski 80'ara rokkbólkurin Europe spældi í gjárkvøldið fyri útseldum Summarfestivali. Í góðan hálvan annan tíma koyrdu Joey Tempest og hinir á.
Langt var millum snapsirnar - kendu løgini - men tá tey so komu sang fjøldin við av fullum hjarta. Sum vera man, varð endað við The Final Countdown og tá kókaði Vágsbøur.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Hóast Joey Tempest verður 60 ár seinni í hesum mánaðinum, má sigast, at forsangarin framvegis var fullur av orku og hevði framvegis góðu høgu røddina.
Joey Tempest royndi at práta við stóru fjøldina á Vágsbøi í millum løgini. Hann hevði eisini lært seg nøkur føroysk orð, so stundum hoyrdist hann siga "Haaalt kjaft this is good".
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Vágsbøur í einari minni útgávu enn onkur ár, stóð til at bresta. Summarfestivalurin boðaði í gjárkvøldið frá, at tað ikki vóru fleiri vikuskiftispass eftir, og at tað nú bert er møguligt at keypa eindagspass.
Sum heild ein fín konsert í turra og stilla veðrinum, men so heldur ikki meira enn tað.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Annars hevur skráin hjá Summarfestivalinum ikki nógv annað at bjóða uppá av útlendskum nøvnum í ár. Hetta var líkasum tað - eitt orkestur frá 80'unum, og sum eisini spældi á G! festivalinum í 2005.
Ella jú, okkurt er kanska. 73 ára gamla Suzi Quatro trínir á pallin á Vágsbøi klokkan 23, og danski bólkurin Jonah Blacksmith fer á pall klokkan tvey í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald