Netta frá Ísrael sigraði í fjør í Eurovision-finaluni við heldur serstaka sanginum "Toy". Harvið er Ísrael, ið leingi hevur við í Eurovision hóast landið liggur í Miðeystri, vertur fyri stóru sangkappingini fyrstu ferð síðani 1999.
Síðani 1956 hava lond kappast um at vinna kappingina, ið byrjaði undir navninum European Song Contest Grand Prix, men sum síðani 1968 hevur havt navnið "Eurovision Song Contest".
Hálvfinalurnar vóru týskvøldið og hóskvøldið. Hatari sendi Ísland víðari týskvøldið, og Leonora sang Danmark í finaluna hóskvøldið. Hvørgin av hesum hevur sambært serfrøðingum og veddingarfyritøkum realistiskan møguleika at vinna. Russland, Svøríki og Avstralia verða nevnd millum favorittarnir, men heilt stóri favoritturin at vinna er Duncan Laurence úr Hollandi við sanginum Arcade.
41 lond luttóku í hálvfinaluni, og nú eru 26 eftir, sum skulu kappast í Tel Aviv í kvøld. Finalan byrjar klokkan 20.00, og kann síggjast á DR 1.
Hesi londini eru í finaluni í kvøld (syngja í hesari raðfylgjuni):
Malta
Albania
Kekkia
Týskland
Russland
Danmark
San Marino
Norður Makedónia
Svøríki
Slovenia
Kýpros
Holland
Grikkaland
Ísrael
Norra
Stóra Bretland
Ísland
Estland
Hvítarussland
Aserbadjan
Frakland
Italia
Serbia
Sveis
Avstralia
Spania
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald