Innanlands

Finalan í First Lego league í morgin

Skúlin á Argjahamri er í morgin karmur um finaluna í First Lego league. 12 lið kappast

2022-11-11 09:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú er tíðin komin at finna føroyameistaran í First Lego League 2022.

Føroyski First Lego League-endaleikurin verður í morgin leygardagin 12. november frá klokkan 09.30 til klokkan 14.30 í skúlanum á Argjaharmi.

12 lið fara at kappast um at gerast Føroyameistarar og møguleikan at umboða Føroyar í donsku finaluni.

Evnið í ár er Super Powered og snýr seg um allar teir ymsu hættirnar vit framleiða, flyta og brúka orku í samfelagnum. 

Til endaleikin fara liðini fyri dómarum at leggja fram nýhugsandi loysnir sínar, at kappast í robott dystum á stóra flotta lego bananum, og at hava básar, har tey kappast um at marknaðarføra loysn sína best.

Sagt verður at øll eru vælkomin í skúlan á Argjahamri at fylgja við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder