
Fríggjadagin 7. mars, fara heili níggju bólkar at kappast í íverksetan í SkúlaFM finaluni.
Hetta er árliga kappingin, har skúlanæmingar í framhaldsdeildunum kring alt landið, kappast í íverksetan. Finalan byrjar kl.09.30 og verður í ítróttarhøllini á Giljanesi.
Næmingar úr framhaldsdeildunum kring alt landið, hava seinasta árið luttikið í skeiðum, sum Íverksetarahúsið hevur skipað fyri. Hetta eru skeið í Start-up, Søla & Framførsla, og Leiðsla & Nýskapan.
Harumframt hava næmingarnir fingið undirvísing í íverksetan á skúlunum, og hava á tann hátt eisini arbeitt við at finna hugskot til nýggjar vinnur og fyritøkur, sum tey síðan hava ment.
Tað eru nøkur av hesum hugskotunum, ið vit fara at síggja meira til fríggjadagin 7. mars.
SkúlaFM er ein vinnulig verkætlan, har sjóneykan verður sett á stovnsetan av egnum virki. Verkætlanir sum hesar, eru við at skapa eina íverksetaramentan í Føroyum, longu frá ungum árum, umframt at tær geva næmingum møguleikan at royna seg, sum sjálvstøðug vinnurekandi.
Í ár eru næmingar frá Skúlatrøð, Eysturskúlanum, Skúlanum á Giljanesi, NámX, Skúlanum við Løgmannabreyt og Skúlanum við Løkin & Tofta Skúla við í finaluni.
Tað verður landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni N. Joensen, ið setur finaluna. Harumframt kemur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága Kommunu at bera fram røðu, og eisini kemur Finnur Koba at spæla nøkur løg í steðginum.
Í finaluni leggja næmingarnir fram fyri einum dómarapaneli, sum velur bestu verkætlanina. Vinnandi bólkurin fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark. Next Level er líknandi donsk kapping fyri skúlaungdóm.
Betri og Føroya Tele stuðla við vinningunum, til nr. 1, 2 og 3. SkúlaFM er eitt samstarv ímillum Íverksetarahúsið, Barna- og útbúgvingarmálaráðið og skúlarnar kring landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald