Sum partur av "Spæl Føroyskt-vikuni" skal ársins útvarpshitt fyri 2023 finnast.
Soleiðis hevur eisini verið seinastu árini. Til dømis í fjør varð vinnarin kunngjørdur á FMA. Tá vann RSP við "Send mær meira pengar".
Faroese Music Awards er á skránni leygarkvøldið, men í ár verður vinnarin av "Ársins útvarpshitt í 2023" kunngjørdur í sendingini "Góðan morgun Føroyar". Hetta verður fríggjamorgunin 8. mars.
Kringvarp Føroya hevur nú kunngjørt, hvørjir tíggju sangir enn eru í uppskoti. Fyrst er eitt innleiðandi umfar við sangum, ið vóru útgivnir í 2023.
Tey tíggju tilnevndu í finaluumfarinum (Mynd: kvf.fo)
Teir tíggju, ið eru eftir, eru teir, sum flest fólk hava atkvøtt fyri higartil. Eins og til innleðandi ber til at atkvøða einaferð um dagin.
Finaluumfarið er farið í gongd, og fjølbroytta úrvælið sæst á myndini omanfyri. Til ber at atkvøða á kvf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald