Mentan

Fingið nokk av tær – skeldarí í sangi

Ågot og Jón syngja, Hvannastein eigur tónleikin og Steintór Rasmussen sigst eiga orðini

2024-09-23 18:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað eru nógvir sangir um hjartasorg og eyman kærleika. Men eitt hatskt skeldarí, har tvey ákæra hvønn annan fyri bæði líkt og ólíkt, passar ikki inn í stovuhitan hjá teimum, sum vilja hoyra bleytar røddir syngja um tað góða og vakra, sum býr í tær og mær.

Tað eru tey bæði Ågot Sivertsen og Jón Jacobsen, sum við tí harða lagnum og tí lítið romantiska  orðafloymanum “Fingið nokk av tær”, geva einum lítið fyrimyndarligum lívi og tí vánaliga kreppurakta parforholdinum, ein beint frammaná.

Føroyski gittarsultanurin, Mikkjal Hvannastein, hevur bankað tónleikin upp á pláss, og av hægstu tónatindum skrálar Karl Martin Samuelsen saman við tí munnhøggandi sangparinum.   

Hesin ikki Steintór Rasmussen’ski sangurin stendur at verða skrivaður í hansara navni.

Fingið nokk av tær er at finna á Spotify og kann hoyrast og á You Tube


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder