Innanlands

Fingið prinsipielt loyvi at seta 17 metrar høgan kross upp

Stóra verkætlanin varð løgd fram á Toftum í gjárkvøldið. Krossurin fer kosta millum fýra og fimm milliónir krónur

(Mynd: Kvf.fo)

(Mynd: Kvf.fo)

2021-03-24 18:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um tað verður sum stigtakararnir ætla, so verður ein 17 metrar høgur krossur settur upp á Høganesi á Toftum. Verkætlanin varð løgd fram á Toftum í gjár.

Málið er ikki viðgjørt liðugt í býráðnum enn, men Súni í Hjøllum, borgarstjóri í kommununi, er fyri at seta krossin upp, og stigtakararnir hava fingið prinsipielt loyvi at seta krossin upp.

- Um vit merkja tað, at fólkið eru positiv um hetta, so fara vit víðari við málinum, sigur Súni í Hjøllum við útvarpið.

Tekniska nevndin hjá Nes kommuna fer at søkja um lendið og neyðug loyvi frá friðingarmyndugleikunum, og byggisamtyktin skal eisini broytast, so krossurin kann setast upp.

Magnus Pauli Poulsen er festari á Høganesi, og hann er ikki positivur um hesa ætlanina. Tað fer at ávirka seyðin í økinum at so nógv fólk fara at ganga har, sigur hann við útvarpið.

Tað er Tróndur Patursson, sum eftir ætlan skal gera 17 metrar høga listarverkið, sum væntandi fer at kosta millum fýra og fimm milliónir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder