Innanlands

Fingu íblástur til loysnir viðvíkjandi stýring og handfaring av burturkasti

Fríggjadagin var tiltak í Vinnuhúsinum, har Beinta Højgaard Thomsen, KOB, og Ana Holden-Peters, serfrøðingur í burðardaygd, greiddu frá, hvussu fyritøkur kunnu loysa avbjóðingarnar viðvíkjandi ovurnýtslu og vantandi stýring innan burturkasti

(Mynd: industry.fo)

(Mynd: industry.fo)

2022-06-20 20:13 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vinnuhúsið: Fríggjadagin 17. juni skipaði Vinnuhúsið fyri næsta av fýra tiltøkum í ár, sum snúgva seg um burðardygd í vinnuligum høpi.

Hetta næsta tiltakið snúði seg um, hvussu ein fyritøka kann loysa avbjóðingarnar viðvíkjandi ovurnýtlsu og vantandi stýring innan burturkast.

Beinta Højgaard Thomsen frá Kommunalu Brennistøðini og Ana Holden-Peters, serfrøðingur í burðardygd, greiddu frá, við støði í búskaparligum ringrásum, hvørjar møguleikar eru fyri at betra um stýringina av burturkasti hjá føroyskum fyritøkum.

Víst var millum annað á týdningin av at skilja burturkast, og hvussu fyritøkurnar á ein úrslitagóðan hátt kunnu skerja um burturkasti.

Næsta tiltakið um burðardygd verður í Vinnuhúsinum fríggjadagin 16. september kl. 14:00.

Tá verður evnið veðurlagsbroytingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder