Innanlands

Fingu klettin burtur við krana og ketu

Tað tók monnum  hjá Landsverki umleið ein hálvan tíma at rudda vegin gjøgnum Líðina í Sandoynni fyri tilfar, ið ruddi oman í nátt. Harímillum ein óvanliga stórur klettur

(Mynd: Jón Klæmint Jacobsen)

(Mynd: Jón Klæmint Jacobsen)

2025-02-06 12:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er nú aftur væl koyrandi gjøgnum Sandslíð eftir at nakað av tilfari varð komið oman á vegin í nátt ella í morgun.

Tað bar til hjá smærri bilum at koyra ígjøgnum, men fyri at størri akfør skuldu kunna koyra var neyðugt at fáa stóra klettin, ið lá út móti bilaverjuni, av vegnum.

Les eisini: Grót rapað oman á vegin í Sandslíð

Hendir javnan

Facebookvangin hjá Sands kommunu skrivaði soleiðis fyrrapartin:

Tað er javnan, at smágrót loysnar úr lendinum oman fyri Sandslíð og legst á landsvegin, sum knýtir eysturbygdirnar til norðara økið í oynni og farleiðina inn á meginlandið.

Soleiðis hevur eisini verið í nátt ella tíðliga í morgun, og hetta sóu fólk, tá ferðslan byrjaði at koyra í Sandoynni. Millum smágrót, sum var komið oman á vegin, var eisini ein stórur og tungur klettur.

Hesin var endaður úti í bilverjuni, sum hevur fingið nakað av skaða.

Á Facebook-vanganum hjá Jón Klæminti Jacobsen í Skálavík liggur henda myndin, sum vit hava lánt. Sjálvur sigur Jón Klæmint, at hetta er størsti klettur, hann hevur sæð í Líðini.

- Eg havi sæð nógvar steinar í Líðini, men hetta er hin størsti, og eg meti, at hann helst vigar eini 3-4 tons, leggur hann aftrat.

Tað tók monnum hjá Landsverki umleið ein hálvan tíma at rudda vegin fyri gróttilfar, og stóri kletturin varð fingin út um bilverjuna við krana og ketu...

Tað hendir ikki so sjáldan, at gróttilfar kemur oman á vegin í Líðini, men tað er ikki vanligt, at so stórir klettar enda niðri á landsvegnum, sum kletturin í morgun.

Ein slíkur klettur er ikki at spæla við, og tað hevði ikki verið gamansleikur, um hann rakti eitt akfar - persónbil, lastbil ella buss, sum dagliga koyra um hesar leiðir.

Eitt er materielli skaðin, sum hetta hevði havt við sær. Annað er, at mannalív høvdu verið í vanda. Tað materiella kann keypast aftur, men tað kunnu mannalív ikki.

Tey, sum kenna til, nær vandin fyri leysum gróti er størstur, siga, at tað ofta eru fyribrigdi sum skiftandi frost og tiðning og turkur og væta, sum gera seg galdandi.

Men fólk, sum dagliga ferðast um hesar leiðir, vita, at smágrót altíð kann koma oman á landsvegin í Líðini, og tí er skilagott at vera árvakin og hava eyguni við sær, tá koyrt verður um hesar leiðir

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder