Innanlands

Fingu níggju umsóknir um stjórastarvið á Strandferðsluni

Freistin at søkja starvið sum stjóri á Strandferðsluni var úti fríggjadagin, og níggju menn hava søkt starvið

Hilmar Eliasen, fyrrverandi stjóri og Jóan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hilmar Eliasen, fyrrverandi stjóri og Jóan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-09-11 15:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í apríl frættist, at Hilmar Eliasen var farin frá sum stjóri hjá Strandfsraskipum Landsins eftir nærum átta ár í sessinum. Seinastu mánaðirnar hevur Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari, verið virkandi stjóri.

Í august varð søkt eftir nýggjum stjóra til Strandferðsluna, og tá freistin var úti fríggjadagin, vóru níggju umsóknir komnar inn – og allir níggju umsøkjarar eru menn, upplýsir Fíggjarmálaráðið fyri Kringvarpinum.

Starvið sum stjóri á Strandferðsluni er áramálssett til fimm ár við møguleika fyri at leingja setanina í trý ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder