Uttanlands

Finland á gáttini til Nato limaskap

Tað er bara ein spurningur um tíð, til Turkaland og Ungarn hava givið grønt ljós til finskan Nato limaskap

2023-03-23 19:21 Author image
Jan Müller
placeholder

Eftir ein dyggan meiriluta fyri Nato limaskapi í Finlandi standa dyrnar til verjufelagsskapin nú víðopnar fyri enn eini norrønari tjóð í risastóra felagsskapinum.

Í dag tók uttanríkisdeildin í turkiska tinginum undir við finska limaskapinum og eftir er nú bert hjá ovasta myndugleikanum at góðkenna finsku umsóknina.

Mánadagin fer ungarnska stjórnin eftir øllum at døma sum tað seinasta Nato landið eisini at taka undir við limaskapinum.

[object Object]

Enn  bíðar so umsóknin frá Svøríki at koma til endaliga viðgerð í Turkalandi og Ungarn. Turkiski forsætisráðharrin hevur gjørt svium greitt, at landið fær bert góðkenning frá Turkalandi, um Svøríki herðir sínar atgerðir móti víðgongdum kurdum eins og endar boykottið av vápnasøluni til Turkaland.

Tað er russiska innrásin í Ukraina, sum er orsøkin til, at tey bæði norðurlondini, Svøríki og Finland hava søkt um Nato limaskap. Svøríki hevur verið uttanveltað land í meira enn 200 ár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder