2021-06-03 10:26
Tað figurativa og abstrakta, er heiti á málningaframsýniningini hjá Finleif Mortensen sum synir fram í Smiðjuni í Lítluvík á Mentanarnáttini í Havn 4. juni.
Nattúran er myndaevni bæði í tí figurativa og abstrakta. Bygdin, Havnin, fjallið, himmal og hav við sínum figurativu skapum er endurgivið á løritinum við føgrum litum. Tað abstrakta er inspirerað av homrum, gjáum, grótformatiónum, endurgivið í við formum, linjum og litum.
Á framsýningini sum letur upp kl. 16 eru uleið 30 málningar. Kl. 22 kemur SEV kórið fram við og syngur. Framsýnigin er annars opin tíl týsdagin 8. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald