Mentan

Finleif Mortensen í Smiðjuni í Lítluvik

Við á framsýnigini eru umleið 30 málningar, figurativt lanslag og abstraktir – Framsýningin letur upp í dag klokkan 15 og er opin til og við 9 apríl

2024-04-05 10:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sansaligt-abstrakt og figurativt landslag er heitið á málningaframsýning, sum Finleif Mortensen letur upp í Smiðjuni í Lítluvík í dag, fríggjadagin 5. apríl kl. 15.

Við á framsýnigini eru umleið 30 málningar, figurativt lanslag og abstraktir. Tað eina abstrakta verkið er samansett av 24 einstøkum málningum.

Hvat skal tað abstrakta fyristilla, er ein ofta settur spurningur fólk seta listamanninum. Svarið er, at tað skal ikki fyristilla nakað. Tað, sum upptekur Finleif í hesum, er samanseting í litum, linjum og formuml og uttan at hava nakað ávíst motiv sum útgangstøði. Mann kann siga, at teir eru eitt sansaligt upplivilsi.

Teir meira staðbundnu og figurativu landslagsmálningarnar eru øðrvísi. Teir hava útgangstøði í einari ávísari bygd ella býi, tó so, er málið ikki einans at eindurgeva landslagið, sum tað er, men heldur, eins og í tí abstrakta, at leggja dent á litir, linjur og flatur í málninginum.

Framsýningin er opin hvønn dag til týsdagin 9. Apríl frá klokkan 13 - 19.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder