Mentan

Finleif Mortensen í Smiðjuni í Lítluvík

- Framsýningin kundi havt tittulin ”tað kenda og ókenda” eftir sum tað eru tey kendu motivini við bygdum og  landsløgum og teir abstraktu kompositiónirnar sum heldur skulu sansast enn skiljast.

2026-09-17 09:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Frá í dag, hósdegnum 17. september, hevur Finleif Mortensen sína afturvendandi framsýnig í Smiðjuni í Lítluvík.

Framsýningin kundi havt tittulin ”tað kenda og ókenda” eftir sum tað á framsíningini eru tey kendu motivini við bygdum og  landsløgum og teir abstraktu kompositiónirnar sum heldur skulu sansast enn skiljast.

Í teimum kendu motivinum er tað tó meir enn ein avmyndan av tí kendu bygdini, fjøll eru ikki bara fjøll og hús ikki bara hús, men formar ella skap har dentur verður lagdur á  kompositiónina í málninginum. Finleif arbeiðir eisini nógv við litunum á løriftinum og  byggir  málningin upp í fleiri løgum, hetta sæst aftur bæði í teimum abstraktu og figurativu landslagsmálningunum. At fara á framsýning er at sansa og varnast tað kenda og ókenda.

Framsýningin kann síggjast til týsdagin 22. september.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder