Nýskipanarnevndin legði hart út í fjør. Skjótt ruku trý landsstýrisfólk og summi embætisfólk.
Síðani er eitt aðalráð komið afturat teimum seks, sum skorið varð niður til. Hetta eftir at nýggj og breiðari samgonga hevur tikið við.
Í hesari samgonguni situr millum annað Ben Arabo, sum var fyrsti formaður í nevndini.
Nú er avloysarin funnin fyri núverandi Javnaðartingmannin: Nýggjur formaður í Nýskipanarnevndini er Finn Danberg.
Hesum boðar Løgmansskrivstovan frá seinnapartin.
Finn Danberg er í dag stjóri í P/F Lyfta. Hann er útbúgvin cand. merc.aud. og hevur starvast sum fíggjarleiðari á Landssjúkrahúsinum, Arbeiðsloysisskipanini, Eik og Nema. Seinni fekk hann útbúgving sum maskinmeistari og hevur siglt hjá Mærsk og við grønlendskum havrannsóknarskipi.
– Eg havi tikið av hesum møguleikanum, tí tað er ein fakliga avbjóðandi og áhugaverd uppgáva at vera við til at loysa. Nevndin hevur eina góða samanseting av royndum og førleikum. Fyrsta stig er at savna nevndina og skipa arbeiðið saman við hinum limunum. Okkara størsta uppgáva verður at vísa politisku skipanini á loysnir, sum eru realistiskar og haldførar, samstundis sum tær skulu skapa virði fyri føroyska samfelagið, sigur Finn Danberg við lms.fo.
Afturat Finn Danberg er Suni Justinussen nýggjur í nevndini. Hann er forstjóri í Magn og er útbúgvin maskinmeistari og íløguráðgevi. Áður hevur hann verið forstjóri í GroAqua.
![]()
Suni Justinussen (Mynd: GroAqua)
Í nýskipanarnevndini sita nú:
Finn Danberg, formaður
Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni
Óluva Klettskarð, undirvísari á Miðnámi á Kambsdali
Heri á Rógvi, stjóri í Lóðri
Suni Justinussen, forstjóri í Magn
Hjørdis Gaard Lailudóttir, stjóri í Movera
Í sambandi við broytingarnar sigur Beinir Johannesen seg fegnast um, at nevndin aftur er fullmannað og at tørvurin á skilagóðum nýskipanum er stórur: Trupul tøk eru fyri framman hjá nevndini og landsstýrinum, vísir løgmaður á í dag.
Dagført: 16.26
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald