Danir iðra seg í dag um, at tað ikki enn hevur eydnast at finna fyrsta plássið á listanum yvir heimsins eydnusamastu fólkasløg.
Talan er um úrslitið av frágreiðingini, sum eitur ”World Happiness Report”.
Framvegis eru tað finnar, sum liggja ovast á hesum listanum. Men danir hava yvirhálað norðmenn á øðrum plássi.
Noreg lá á fyrsta plássi í 2017 og Danmark í 2016.
Í hesi kanningini eru fólk biðin um at svara hvussu gott lív teirra er á einum skala frá 0 til 10. 0 er ringast hugsandi lívið og 10 er fyri best hugsandi lívið. Nýggjasti listin byggir á svarini, ið eru savnað inn millum 2016 og 2018.
Finnar koma ovast við einum miðaltali á 7,769 á eydnusamalistanum. Danir á øðrum plássi hava 7,600. Síðan koma Noreg 7,554, Ísland 7,494, Niðurlond 7,488, Sveits 7,480, Svørøríki 7,343, Ný Sæland 7,307, Kanada 7,278 og Eysturríki 7,246.
Niðjast á listanum eru Suðursudan 2,853, Miðafrikanska Lýveldið 3,083 og Afganistan 3,203.
Ein felagsskapur, ið kallar seg Sustainable Development Solutions Network, ger listan. Talan er um eitt átak, ið varð sett á stovn av ST í 2012 og hvørs endamál er at fremja líkarætt og álit.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald