Uttanlands

Finnar framvegis heimsins eydnusamasta fólk

Sætta árið á rað eru finnar heimsins eydnusamastu vísir frágreiðing hjá ST

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-03-20 08:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í ár liggur Finnland ovast á listanum yvir heimsins eydnusamastu lond, vísir "World Happiness Report" hjá ST, sum varð almannakunngjørd í dag.

Hetta er sætta árið á ræð, at finnar verða mettir at vera heimsins eydnusamasta fólk.

Á øðrum plássi er Danmark, sum í nógv ár stóð ovast á listanum, men seinast tað hendi var í 2016. Ísland er, eins og í fjør, á triða plássi. 

Tey bæði londini, sum eru niðast á listanum eru Afganistan og Libanon.

Kanningin, sum er gjørd av granskarum í USA, byggir á tølum frá Gallup. Gallup hevur spurt fólk í yvir 150 londum, hvussu eydnusom tey meta seg vera, og hartil byggir kanningin eisini á dátur um btú, sosialar veitingar, persónligt frælsi, sálarsjúku, og korruptjón

Tey 10 eydnusamastu londini eru hesi:

1. Finnland

2. Danmark

3. Ísland

4. Ísrael

5. Holland

6. Svøríki

7. Noreg

8. Sveis

9. Luksemborg

10. Nýsæland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder