2026-09-02 07:21
Tann 1. august var ein serstakur dagur hjá Poul Hansen.
Tá kundi staðfestast, at Finnbogi Danielsen hevur starvast í 55 ár hjá Poul Hansen Heilsølu
Poul Hansen skrivar á Facebook-síðu sínari, at í hesum sambandi bjóðaði Finnbogi lagkaku í kantinuni. Tony Rasmussen, stjóri, lat blómutyssi frá fyritøkuni.
![]()
Nógv er broytt síðani 1971, tá Finnbogi Danielsen kom í starv
Myndir: Poul Hansen Heilsøla
Finnbogi er samstundis tað starvsfólkið, ið hevur starvast longst hjá Poul Hansen í skjótt 100-ára gomlu søguni hjá felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald