Starvsfólkini í Barnatannrøktini høvdu í gjár skipað fyri hugnaligari hátíðarløtu fyri Finngerð Danielsen, sum takkar fyri seg í starvinum sum klinikassistentur. Finngerð hevur starvast í barnatannrøktini síðan 1978, og hevur sosatt starvast har í 45 ár.
Borgarstjórin, Karl Johansen varð eisini boðin við, og nýtti hann høvið at takka Finngerð fyri drúgva og trúfasta tænastu. Hann segði eisini, at Finngerð við sínum fakkunnleika og serliga góða barnatekki hevur duga so ómetaliga væl at givið børnunum eina kenslu av, at á Tannlæknastovuni kunnu børnini vera trygg, hóast tey til tíðir eru í einari annars ótryggari støðu.
Klaksvíkar kommuna takkar Finngerð fyri drúgva og trúfasta tænastu í øll hesi ár.
Finngerð Danielsen og Karl Johansen
Klaksvíkar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald