
Finnland eigur at gerast limur í Nato. Tað halda bæði finski forsetin, Sauli Niinistö og forsætisráðkvinnan, Sanna Marin.
Fyrrapartin í dag hava tey mælt til, at finnar søkja um limaskap í norðuratlantisku verjusamgonguni.
- Nato-limaskapur fer at styrkja trygdina í Finnlandi. Sum Nato-limur fer Finnland eisini at styrkja verjusamgonguna. Finnland verður uttan drál noytt til at søkja um limaskap, verður sagt í felags fráboðan.
Finnland hevur annars staðið uttan fyri Nato-samgonguna, ið varð stovnað í 1949. Men russiska innrásin í grannalandið Ukraina, sum heldur ikki er partur av samgonguni, hevur fingið finskar politikarar til at broyta kós, skrivar dr.dk.
Undirtøkan millum fólkið fyri Nato-limaskapi er eisini vaksin, síðan russisku innrásina. Nú er meira enn helmingurin av finska fólkinum fyri Nato-limaskapi.
Finska tjóðartingið skal fyrst góðtaka eina møguliga umsókn um limaskap, áðrenn umsóknin kann sendast avstað. Harumframt skulu tey núverandi 30 limalondini í Nato, vera samd um hetta.
Umframt Finnland umhugsar Svøríki nú eisini, um landið skal søkja um limaskap í verjusamgonguni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald