Í dag gjørdist Finnland formliga limur í verjusamgonguni Nato.
Seinnapartin handaði Pekka Haavisto, finski uttanríkismálaráðharrin amerikanska uttanríkismálaráðharranum Antony Blinken almennu innlimingarskjølini í høvuðssætinum hjá Nato í Brússel.
Sostatt hevur Nato, sum eisini kann hátíðarhalda 74. stovningardagin í dag, nú 31 limalond.
Ongantíð áður hevur tað gingið so skjótt at innlima eitt land í Nato. Finnland søkti saman við Svøríki um Nato-limaskap á vári í fjør.
Svøríki noyðist tó at bíða eina løtu afturat, men Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, er sannførdur um, at Svøríki verður innlimað í sambandi við Nato-toppfundin í Vilnius í juli, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald