Uttanlands

Finnland er gagnligasta land í heiminum

The Good Country Index er júst almannakunngjørt

(Mynd: Magnus Fröderberg / norden.org)

(Mynd: Magnus Fröderberg / norden.org)

2019-01-24 09:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Finnland er tað landið í heiminum, sum ger størst gagn fyri mannaættina. Tað vísir ein listi, The Good Country Index, sum júst er kunngjørdur fyri fjórðu ferð.

Listin metir 153 lond eftir 35 ymsum parametrum sambært upplýsingum frá ST og øðrum altjóða felagsskapum.

Metingin vísir, at Finnland í mun til fólkatalið ger størst gagn fyri mannaættina samstundis sum landið ikki tyngir umhvørvið so nógv.

Í fjør kom Finnland á fjórða pláss, men hevur nú togað seg upp á evsta pláss framman fyri Írland, Svøríki, Týskland og Danmark, sum koma á næstu plássunum. Í fjør var Holland ovast, fyrraárið var tað Svøríki.

Tað, sum telur upp fyri Finnland er útflutningurin av vísindaligum greinum, talið av patentum, rørslufrælsi, pressufrælsi, trygd á netinum, fríhandli og evnini at halda umhvørvisavtalur, skrivar yle.fi.

- Finnland er eitt gott jarðbundið land, sum hevur álit á altjóða pallinum. Hetta er úrslit av miðvísum arbeiði, og tað eg síggi eg eisini sjálvur í mínum gerandisdegi, segði Timo Soini, uttanríkisráðharri, tá úrslitið varð kunngjørt.

Bretin Simon Anholt, sum eisini hevur arbeitt í Føroyum, eitt nú við at branda landið, hevur gjørt og er stigtakari til The Good Country Index. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder