Um finski ríkisdagurin í morgin atkvøður fyri, at 34 ára gamla Sanna Marin verður nýggjur forsætisráðharri í landinum, so fær Finnland eisini heimsins í løtuni yngsta forsætisráðharra.
Sosialdemokratarnir í Finnlandi valdu í gjár sitandi ferðslumálaráðharra, Sanna Marin, til avloysara eftir Antti Rinne, sum hevur lagt frásær.
Rinne legði frá sær eftir at taðkom fram, at samgonguflokkurin, Centerpartiet, ikki longur hevði álit á honum.
Politiska kreppan í Finnlandi hevur røtur í eini arbeiðsósemju í finska postverkinum, Posti.
Á fundi í sosialdemokratiska flokkinum í gjár valdu 32 av teimum 61við atkvøðurætti í floksleiðsluni at Sanna Marin skuldi gerast nýggjur forsætisráðharri heldur enn tinfbólkaformaðurin, 37 ára gamli Antti Lindtman, sum fekk 29 atkvøður.
Kvinnurnar á odda
Samgongan, sum fekk stjórnarvaldið fyri hálvum ári síðani, er samd um at halda fram við samstarvinum eftir at Antti Rinne er farin frá.
Sanna Marin hevur sitið í ríkisdegnum síðan 2015 og er í løtuni – umframt at vera ferðslumálaráðharri – næstforkvinna í flokkinum.
Hon sigst vera grønari enn fráfarandi forsætisráðharri og liggur heldur longur til vinstru enn flestu av hennara floksfeløgum, skrivar svenska blaðið, Expressen.
Sosialdemokratarnir eru størsti flokkurin í stjórnarsamgonguni, sum harumframt telur Centerpartiet, Tey Grønu, Vänsterforbundet og Svenska Folkpartiet.
Tað heilt sjáldsama við nýggju politisku leiðsluni í Finnlandi er, at allir sjórnarflokkarnir hava eina kvinnu sum leiðara, og fýra av teimum fimm eru undir 35 ár.
Leiðarin fyri Vänsterforbundet, Li Andersson, er 32 ár, leiðarin fyri tey grønu, Maria Ohisalo er 34 ár, leiðarin fyri Centerpartiet, Katri Kulmuni er 32, meðan leiðarin fyri Svenska Folkpartiet, Anna-Maja Henriksson, er 55 ára gomul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald