Í gjár var forsetaval í Finnlandi, og greitt er, at fyrrverandi konservativi forsætisráðharrin, Alexander Stubb fekk flestar atkvøður.
Stubb, sum frammanundan var mettur sum favorittur, fekk 27,2 prosent av atkvøðunum, meðan nummar tvey, liberali Pekka Haavisto, fyrrverandi uttanríkismálaráðharri, fekk 25,8 prosent.
Valið er tó ikki avgjørt enn, tí eingin teirra megnaði at fáa í minsta lagi 50 prosent av atkvøðunum, og skulu Haavisto og Stubb tí luttaka í enn einum valumfari. Tað verður um tvær vikur, 11. februar, skrivar Ritzau.
Níggju valevni stillaðu upp til forsetavalið, men bert tvey tey fremstu sleppa víðari til næsta umfar.
Sauli Niinistö, sum hevur verið forseti síðan 2012, kann ikki stilla uppaftur, av tí at ein forseti bert kann sita tvey seksára skeið á rað. Nýggi forsetin verður tikin í eið 1. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald