placeholder
Uttanlands

Finnland mælir eisini til at tveita Spania úr Schengen

Orsøkin er, at landið ikki heldur treytirnar at verja uttaru mørkini í ES móti ólógligum flóttafólkum

Flóttafólk í tíggjutúsundatali eru komin til Ceuta við norðurafrikansku strondina hetta seinasta samdøgrið - fleiri teirra svimjandi (Mynd: Jorge Guerrero/AFP/Ritzau Scanpix)

Flóttafólk í tíggjutúsundatali eru komin til Ceuta við norðurafrikansku strondina hetta seinasta samdøgrið - fleiri teirra svimjandi (Mynd: Jorge Guerrero/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-31 13:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Spania eigur at tveitast úr Schengen-samstarvinum, eftir at ólógligir flóttar í tíggjutúsundatali eru streymaðir inn í spanska økið, Ceuta, í Norðurafrika.

Tað skrivar finska innanríkisráðkvionnan, Mari Rantanen, á X.

Harvið tekur hon undir við italska stjórnarleiðararnum, Giorgia Meloni, um at útihýsa Spania úr samstarvinum.

- Hetta kann ikki halda fram. Øll lond í Evropa eiga at stuðla uppskotinum hjá Meloni. Lond, ið ikki halda treytirnar um at verja uttaru mørkini, kunnu ikki vera við í Schengen, skrivar Mari Rantanen.

Seinasta samdøgrið eru 49.000 flótafólk komin til Ceuta, sum liggur afrikansku megin Gibraltar sundið. Flótafólkini eru antin komin sjóvegis ella eru klintrað upp um markagirðingarnar, skrivar Ritzau.

Les eisini: Flóttar í túsundatali streyma inn í ES

Schengen-samstarvið skal tryggja, at ein kann ferðast frítt millum londini í samstarvinum. Hetta er galdandi fyri 25 ES-lond umframt Ísland, Noreg, Liktinstein og Sveits. Limalondini hava tó møguleika til at hava eftirlit við mørkini.

Tað hevur Frakland nú gjørt eftir tað, ið hendir Ceuta. Tað boðaði franski innanríkisráðharrin, Laurent Nunez, frá fyrrapartin.

Tað búgva umleið 85.000 fólk í Ceuta, ið er eitt landaøki á 19 ferkilometrar (Svínoy er 27 ferkilometrar)

Spania hevur ræði á tveimum smáum landaøkjum í Norðurafrika. Hitt, Melilla liggur longur eysturi í Marokko út móti miðjararhavsstrondini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder