
Fyri tveimum vikum síðani var fyrsta umfar av forsetavalinum í Finnlandi, og í dag skulu finnar aftur á val.
Í fyrsta umfarinum vóru níggju valevni, men í dag eru bert tvey eftir á atkvøðuseðlinum - fyrrverandi forsætisráðharrin Alexander Stubb og fyrrverandi uttanríkismálaráðharrin Pekka Haavisto.
Alexander Stubb, sum umboðar Savningarflokkin, er favorittur. Hann vann fyrsta valumfarið, og í veljarakanningum hevur hann ligið seks-átta prosentstig frammanfyri Pekka Haavisto úr Teimum Grønu, skrivar DR.
Forsetin í Finnlandi hevur ein formligan leiklut, men hann stendur eisini á odda fyri uttanríkis- og trygdarpolitikkinum. Sitandi forsetin, Sauli Niinistö, ið eisini umboðar Savningarflokkin, hevur í mars sitið í 12 ár - tvey seksára skeið á rað, sum er tað longsta, ein kann sita, og kann hann tí ikki stilla uppaftur.
Nýggi forsetin í Finnlandi verður tikin í eið 1. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald