- Nato tilgongdin gongur framá, og Turkaland, Svøríki og Finnland halda fram við samráðingunum í Brússel í komandi viku.
Hetta upplýsti Nato-aðalskrivarin, fyrrverandi norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg á tíðindafundi í finska høvuðsstaðnum, Helsingfors, í dag.
Stoltenberg er í Helsingfors í sambandi við árliga toppfundin í Samak, sum er samstarvsnevndin millum norðurlendsku arbeiðararørslurnar og javnaðarflokkarnar.
Á tíðindafundinum, sum hann helt saman við finsku forsætisráðkvinnuni Sanna Marin var tað kríggið í Ukraina og finski og svenski Nato-limaskapurin, sum var høvuðsmálið.
Enn kann Jens Stoltenberg ikki siga, nær Svøríki og Finnland kunnu gerast Nato-limir, men hann vissar um, at tað gongur framá við tilgongdini.
- Finnland og Svøríki eru í eini sterkari støðu nú, enn undan teirra umsókn um limaskap varð latin inn. Tey hava verið við sum eygleiðarar á Nato-toppfundum – Svøríki og Finnland eru tí tryggari nú, segði Stoltenberg.
Kreppan má ikki sleppa at breiða seg
Nato-aðalskrivarin nevndi eisini, at tað er ynski hjá Nato, at Ukraina gerst limur í verjusamgonguni. Men tann avgerðin liggur langt úti í framtíðini. Í løtuni er tað bert Finnland og Svøríki, sum tað snýr seg um.
Fremsta uppgáva hjá Nato í løtuni er at forða fyri, at kreppan í Ukraina breiðir sseg til onnur lond, og fyri, og her verður fyrst av øllum hugsað um baltisku londini.
- Tað er av týdningi at stuðla Ukraina og hóast vit enn ikki kunnu siga nakað um, nær vit kunnu síggja ein enda á krígnum, so mugu vit tryggja, at ein líknandi vanlukka ikki hendir aftur, segði Stoltenberg.
Og Sanna Marin stuðlaði honum.
- Vit skulu eisini framyvir senda verjuútgerð til Ukraina, segði finska forsætisráðkvinnan.
Løgmaður ikki við
Tað er Sanna Marin, ið hevur bjóðað Jens Stoltenberg til Finnlands, har hann verður gestarøðari á fundinum hjá Samak.
Á fundinum luttaka eisini stjórnarleiðararnir Svøríki, Noregi og Danmark, ávikavist Magdalena Andersson, Jonas Gahr Støre og Mette Frederiksen.
Føroya løgmaður, Aksel V. Johannesen, er ikki við, verður upplýst av løgmansskrivstovuni. Jóna Ólavsdóttir, næstforkvinna, er við á fundinum sum umboð fyri Føroya Javnaðarflokk.
Eftir fundin við sosialdemokratisku leiðararnar, skal Jens Stoltenberg hitta Suli Niinistö, forseta og Pekka Haavisto, uttanríkisráðharra, sum umboðar grøna flokkin í Finnlandi, skrivar finska kringvarpið, YLE.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald