Í gjár var tjóðartingsval í Finnlandi, og sosialdemokratiski flokkurin, flokkurin hjá Sanna Marin forsætisráðharra, gjørdist triðstørsti flokkur við 19,9 prosent av atkvøðunum.
Konservativi Savningarflokkurin gjørdist størsti flokkur við 20,8 prosent av atkvøðunum. Tjóðskaparflokkurin Sanfinnarnir gjørdist næststørsti flokkur við 20,1 prosent av atkvøðunum.
Savningarflokkurin fær 48 av 200 sessum í finska ríkisdegnum, meðan Sannfinnarnir fáa 46, og sosialdemokratarnir fáa 43 sessir.
Sanna Marin hevur viðurkent ósigurin.
– Fólkið hevur atkvøtt. Fólkaræðið hevur talað, segði hon í gjárkvøldi, eftir at tað gjørdist greitt, at flokkur hennara hevði tapt valið.
Tó vísir hon eisini á, at flokkurin hevur framgongd í mun til seinasta val, tá flokkurin fekk 17,7 prosent av atkvøðunum og 40 tingsessir.
Formaðurin í Savningarflokkinum, Petteri Orpo verður helst nýggjur forsætisráðharri, skrivar Ritzau.
– Hetta er ein stórur sigur, sigur Orpo, sum nú fer í gongd við samráðingar um at skipa nýggja stjórn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald