Í dag skulu politisku flokkarnir í Finnlandi umrøða, um landið skal gerast partur av verjusamgonguni millum vestanlond, Nato.
Tað sigur finski stjórnarleiðarin, sosialdemokraturin Sanna Marin, sambært svensku TT tíðindastovuni.
Tingingarnar skulu snúgva seg um kríggið í Ukraina, men ein møguligur limaskapur í Nato er ein natúrligur partur av hesum, sambært Marin.
Markið millum Finnland og Russland er 1.340 kilometrar langt, og fyri fyrstu ferð nakrantíð er fólkið fyri, at landið gerst Nato-limur. Finska publik service kringvarpið, Yle, gjørdi dagin fyri russisku innrásina eina veljarakanning um júst Nato-limaskapin.
Hon vísti, at 53 prosent av fólkinum heldur, at Finland skal verða limur í Nato, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald