Leygardagin kl. 11.30 verður aftur møguleiki at hoyra tónleik í Havnar kirkju, tá bjóðað verður til matiné. Vera Kondrateva fer at syngja og spæla á slagverk og Kristian Blak fer at spæla á klaver.
Vera er sangari úr folkaslagnum Khanty í landnyrðinspartinum av Sibiria. Khanty er finsk-ugriskt fólkaslag. Umleið 30.000 fólk tosa málið.
Á konsertferð í Ruslandi, sum tónleikabólkurin Yggdrasil gjørdi til Russlands, var Vera solistur á konsert í býnum Surgut. Hon hevur áður verið í Føroyum og spælt konsertir og innspælt fløgu við Yggdrasil.
Kristian Blak er sera væl kendur í føroyska tónleikumhvørvinum. Hann hevur í nógv millum annað skipað fyri Summartónum. Hann hevur gjørt eitt megnararbeiði fyri føroyska tónlist og er eisini virkin tónleikari við konsertum saman við nógvum ymiskum tónleikarum - bæði føroyingum og útlendingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald