Ein góðan mánaða undan ætlaða tjóðartingsvalinum í Finnlandi pálmasunnudag, hevur finska stjórnin í dag lagt frá sær.
Í morgun fór Juha Sipila, forsætisráðharri til Finlands forseta, Sauli Niinisto, við uppsagnarskrivinum.
Hetta hendi eftir tað ikki eydnaðist Juha Sipila frá liberala Centerpartiet, at fáa eina almanna- og heilsunýskipan ígjøgnum, verður sagt í fráboðan frá forsetaskrivstovuni.
Forsetin hevur tó biðið Sipila um at halda fram sum leiðari fyri eini starvsstjórn til tjóðartingsvalið, sum verður 14. apríl.
Og tað hevur forsætisráðharrin játtað.
Sambært finska kringavarpinum YLE hava finskar stjórnir í 14 ár roynt at fáa eina almanna- og heilsunýskipan ígjøgnum, uttan at hetta tó er eydnast, skrivar Reuters.
Sjálvur sigur Juha Sipila, at hann er vónsvikin av, at tað ikki eydnaðist stjórn hansara at fáa nýskipanina ígjøgnum. Avgerðin um at leggja frá sær, er hansara egna, leggur hann afturat. Hann sigur seg eisini vóna, at tað fer at eydnast Finnlandi at finna fram til eina nýggja stjórn innan juli mánaða, tá Finnland yvirtekur formansskapin í ES.
Sipila hevur síðan 2015 staðið á odda fyri eini mið-høgrastjórn við flokkunum Centerpartiet, Samlingspartiet og Blå Framtid (ein partur av flokkinum, sum á valinum seinast æt Sannfinnlendararnir).
Stjórnarflokkarnir kundu ikki semjast um eina nýskipan. Ætlanin var eitt nú at flyta heilsu- og almannaskipanina frá kommununum til landspartaráð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald