Finski forsetin, Sauli Niinistö sigur seg vera sannførdan um, at bæði Finnland og Svøríki verða upptikin í verjusamgonguna Nato í summar.
Men verður tað ikki tá, hevur hann ringt við at ímynda sær, at tað so fer at henda, sigur hann í samrøðu við tíðindastovuna STT, sum DR endurgevur.
Nato-limalondini hittast á fundi í Vilnius í Litava 11. og 12. juli. Skulu Svøríki og Finnland gerast limir krevst undirtøka frá øllum teimum 30 núverandi limalondunum, og tað eru bert Turkaland og Ungarn, sum enn ikki formliga hava góðkent limaskap teirra.
Herfyri segði turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, at hann var ímóti svenskum Nato-limaskapi m.a. orsakað av koranavbrenningunum hjá Rasmus Paludan uttanfyri turkisku sendistovuni í Stockholm, men hann segði seg tó kunna góðtaka Finnland.
Finski forsetin sigur, at trýst frá fólkinum helst ikki fer at ávirka Erdogan, men hann vónar, at amerikanski forsetin, Joe Biden kanska kann ávirka hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald