Í dag klokkan níggju byrjar fínteljingin eftir løgtingsvalið leygardagin 31. august.
Útvarpið sigur í morgun, at 33.779 atkvøður skulu teljast, og at støða skal takast til 85 blankar atkvøður og 65 ógildaðar atkvøður.
Fínteljingin er serliga áhugaverd, tí at bert ein atkvøða var millum Poul Michelsen, sum kom inn á ting fyri Framsókn, og Ruth Vang, sum ikki varð vald.
Eisini vóru bert tríggjar atkvøður á muni millum Bjarna Hammer, sum kom inn fyri Javnaðarflokkin, og Eyðgunn Samuelsen, sum ikki kom inn.
Fínteljingin verður á Hotel Hafnia í Havn, og hon kann taka sína tíð. Fínteljingin eftir løgtingsvalið í 2015 tók níggju tímar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald