Innanlands

Firmakappingin á FM1 í gongd aftur seinnapartin

Nú skal vinnarin finnast. Lagt verður fyri í dag klokkan 15:10 tá Nema og Magn bresta saman.

2026-08-31 12:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Firmakappingin á FM1 sum hevur havt ein steðg síðan fyrst í juli byrjar nú aftur. Nú verður farið undir seinastu umførini og ein vinnari skal finnast.

Seinnapartin klokkan 15:10 verða tað Nema og Magn sum bresta saman í síðsta dystinum í øðrum umfari.

Í morgin verður farið undir triðja umfar og harvið seinasta umfar undan hálvfinalunum. Hotel Brandan og Gjaldstovan kappast týsdagin klokkan 15:10 og klokkan 15:30 verða tað Betri Tryggin og RVtøkni sum bresta saman.

Hósdagin klokkan 15:30 verða tað Tunnil.fo og vinnarin av Nema/Magn í dag, sum kappast.

Í næstu viku verður farið undir hálvfinalurnar.

Vinnarin av finaluni vinnur gisting til 12 persónar á Hotel Brandan við máltíð á Húsagarði. Fyritøkan ella stovnurin á øðrum plássi vinnur ein túr við Rib62 fyri 12 persónar.

Lurta á fm1.fo ella á frekvensunum kring landið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder