Innanlands

Fiskastykkið hevur fingið MEGD lykilin

Kaféin í Sandavági hevur fingið heiðurin í ár: - Góð atkoma fyri øll hevur frá byrjan havt stóran týdning á Fiskastykkinum, og nú lyfta eisini er komin ímillum hæddirnar, eru hesi viðurskifti enn betri enn áður.

Tóra við Keldu hevur her handað lykilin. MEGD hevur seinastu árini heiðrað matstovur og kaféir, sum eru atkomuligar fyri fólk, ið bera brek.

Tóra við Keldu hevur her handað lykilin. MEGD hevur seinastu árini heiðrað matstovur og kaféir, sum eru atkomuligar fyri fólk, ið bera brek.

2022-03-22 14:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vikuni fekk kaféin Fiskastykkið í Sandavági handað lykilin hjá MEGD. Við lyklinum varpar MEGD ljós á matstovur og kaféir, sum eru atkomuligar fyri fólk, ið bera brek. Hetta varð fyrstu ferð gjørt í í juli 2020. Um átakið skrivar MEGD soleiðis:  

- Fólk, ið bera brek, skulu sleppa inn í bygningar, fram at ymisligum umhvørvi og øðrum hentleikum og tænastum, sum tøkar eru og verða veittar almenningi. Privatar eindir, sum veita hentleikar og tænastur, sum eru almenningi tøkar, skulu tí eisini vera atkomuligar fyri øll.” 

Ætlanin hevur frá byrjan verið at geva fleiri lyklar til mat- og kaffistovur so hvørt tær liva upp til tey fýra atlitini - góð atkoma,  atkoma til vesi, møguleiki fyri at fáa ovurviðkvæmis vinarligan mat og góð parkeringsviðurskifti

Á Fiskastykkinum eru tey sera glað fyri viðurkenningina frá MEGD:  

- Góð atkoma fyri øll hevur frá byrjan havt stóran týdning á Fiskastykkinum, og nú lyfta eisini er komin ímillum hæddirnar, eru hesi viðurskifti enn betri enn áður.

Kelda: vaga.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder