Innanlands

Fiskepigernes Fagforening 100 ár

Ætlanin er at markera, at elsta kvinnuliga fakfelag í landinum, fyllir 100 ár í januar, og sóknast Tvøroyrar Skalasavn tí eftir tilfari frá søgu felagsins

(Mynd: tvk.fo)

(Mynd: tvk.fo)

2021-10-15 18:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi ár, 29 januar 2022, verður Fiskepigernes Fagforening 100 ár. Fiskepigerne er nógv tað elsta kvinnuliga fakfelagið í landinum - tey næstu komu ikki, fyrr enn farið var inn í tríatiárini.

Á Tvøroyrar Skjalasavni verður dagliga eitt stórt arbeiði gjørt fyri at fáa savnað søguna Tvøroyrar, og bygdirnar kring fjørðin, og í hesum sambandi slepst ikki undan fakfeløgunum, ið høvdu so ómetaliga stóran týdning fyri gongdina í býnum og síðan í øllum Føroyum sum heild, skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuna.

Ætlanin er at markera dagin næsta ár, og í hesum sambandi vil Tvøroyrar Skjalasavn heita á fólk, sum meta seg eiga tilfar frá søgu felagsins, ella vita um onnur ið gera, um at seta seg í samband við savnið.

Longu nú hevur savnið rúgvismikið tilfar í varðveitslu, men Kári Jespersen, Savnsleiðari, og Jens Pauli Nolsøe, savnsvørður, eru ikki í iva um, at enn meiri tilfar finst kring landið, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder