Mentan

Fiskikapping, uppboðssøla og hugni í Vágsbotni

Ungdómsdeildin hjá B36 skipar fyri familjutiltaki leygardagin

Dánjal Samuelsen, foreldur, Johnny Samuelsen, venjari og Jákup Mørk, formaður í B36, tóku ímóti fiskinum í Vágsbotni, tá fiskikappingin var í fjør.

Dánjal Samuelsen, foreldur, Johnny Samuelsen, venjari og Jákup Mørk, formaður í B36, tóku ímóti fiskinum í Vágsbotni, tá fiskikappingin var í fjør.

2019-04-24 22:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 27. apríl verður árliga fiskikappingin í Vágsbotni aftur á skránni. Landkrabbarnir verða tó ikki snýttir, tí møguleiki er at keypa nýveidda fiskin á uppboðssølu og keypa sær okkurt gott til góman í hugnaligasta umhvørvinum í Havn.

Veðrið kunnu vit onki gera við, men streymviðurskifitini eru góð og vit lova, at lagið verður av tí allar besta.

Innskrivingin byrjar kl. 8 á torginum i Vágsbotni og evsta mark at leggja veiðuna upp er kl. 16 á torginum. Tá er uppboðssøla á skránni og vinningar verða latnir teimum, ið hava fiska mest og til tann, ið fær størsta fiskin.

Luttøkugjald er 100 krónur fyri hvønn persón í bátinum. Ferðasteypið, tann gylti toskurin, verður latið til bátin við mestu veiðu.

Gjøgnum dagin skipa foreldur og børn hjá B36 fyri tombola og møguleiki er at keypa sær nýbakaðar vaflur og okkurt heitt afturvið.

Innsavnaði peningurin fer óskerdur til árliga Dana Cup túrin hjá gentum og dreingjum 12 hjá B36. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder