Innanlands

Fiskimálaráðið: Í mesta lagi 500 springarar kunnu haldast til um árið

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur í vikuni sent uppskot um broyting í grindakunngerðini til hoyringar – Nýggja hámarkið er eitt fyrbils átak, sum sambært uppskotinum verður galdandi í 2022 og 2023; Føroyar hava heitt á NAMMCO um at gera eitt tilmæli um burðardygga springaraveiðu, og verður hámarkið tillagað, tá metingin hjá NAMMCO er tøk

(Savnsmynd: Jn.fo)

(Savnsmynd: Jn.fo)

2022-07-09 09:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Landsstýrið ætlar, at í mesta lagi 500 springarar kunnu haldast til um árið. Tað sigur Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi í morgun.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur í vikuni sent uppskot um broyting í grindakunngerðini til hoyringar.

Nýggja hámarkið er eitt fyribils átak, sum sambært uppskotinum, verður galdandi í 2022 og 2023. Føroyar hava heitt á vísindanevndina hjá NAMMCO (North Atlantic Marine Mammal Commissionum) um eitt tilmæli um burðardygga springaraveiðu, ið væntandi verður tøkt í 2023 ella 2024. Tá ið metingin hjá NAMMCO er tøk, verður hámarkið eftir ætlan tillagað.

Nýggja hámarkið kemur í kjalarvørrinum á eftirmetingini hjá landsstýrinum eftir springaradrápið í Skálafirði í fjør, tá ið 1423 springarar vórðu hildnir til. Samstundis staðfestir landsstýrið tó, at føroyingar eiga rættin at gagnnýta tilfeingið í havinum burðardygt, eisini hval og springara.

– Føroyingar hava altíð livað av tí, sum havið gevur, og tilverugrundarlagið hjá Føroyum er grundað á eina burðardygga gagnnýtslu av havinum. Burðardygg hvalaveiðu er fult í trá við Heimsmál Sameindu Tjóða nr. 14: At varðveita og á burðardyggan hátt nýta høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðardygga menning.

– Hvalaveiða í Føroyum er eitt gott íkast til húsarhald í Føroyum. Hetta er matur, sum hevur eina lutfalsliga lága kolevnisslóð, og møguleikin at veiða hval hevur týdning í mun til matvørutrygdina hjá føroyska samfelagnum.

– Hvalaveiða í Føroyum er burðardygg, somuleiðis veiðan eftir springara. Nýggjastu stovnsmetingarnar av springarastovninum í høvunum kring Føroyar sigur, at stovnurin er áleið 80.000 springarar. Grundað á stovnmetingar av springarastovninum kring Føroyar metir landsstýrið, at føroyingar kunnu veiða umleið 825 springarar um árið. Føroyingar hava síðani aldarskiftið veitt áleið 260 springarar í miðal um árið, skrivar Fiskimálaráðið.

Sambært Fiskimálaráðnum við landsstýrið tryggja og vísa í verki, at føroysk hvalaveiða er burðardygg, og vil landsstýrið eisini betra um fyritreytirnar fyri, at springaradráp kunnu ganga fyri seg skjótt og munadygt.

– Veiðunevndin í NAMMCO hevur mælt Føroyum til at menna ein serstakan reiðskap til springaradráp, eins og mønustingaran, sum var mentur til grindahval, og sum hevur stytt um drápstíðina í grindadrápi. Hetta tí at royndir vísa, at mønustingarin til grindahval hóskar illa til springara, eitt nú tí springari er minni enn grindahvalur.

– Landsstýrið fer tí at taka stig at skunda undir menna drápsháttin til springara. Ein einstakur serframleiddur mønustingara til springara er gjørdur, og ætlanin er at royna hendan mønustingaran. Eisini er ætlanin at kanna um ein serstakur springaraknívur eigur at verða gjørdur, ið kann betra um drápsháttin.

Uppskotið um broyting í kunngerðini kann lesast her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder