Uttanlands

Fiskiskip rendi á Vee Skerries

’Vestan Sker’ í Hetlandi hava verið orsøk til fleiri skipbrot

(Mynd: BBC)

(Mynd: BBC)

2019-08-05 20:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bretski stovnur MAIB, sum kannar óhapp á sjónum, skal nú kanna hvat hendi, tá eitt fiskiskip rendi á eitt sker vestan fyri Hetland um vikuskiftið.

Hetta tí, at oljuleki er staðfestur rundan um skipið, skrivar netmiðilin Shetnews.

15 mans vóru við skipinum, Coelleira, og teir máttu bjargast í land við tyrlu tíðliga sunnumorgunin. Skipið hevði rent á Vee Skerries vestan fyri oynna Papa Stour. Boðini um óhappið komu inn um hálvgun tvey tíðina sunnunáttina.

Ongin av manningini fekk skaða í hendingini, tó at allir vórðu innlagdir á sjúkrahús í Lerwick til kanningar.

Sunnudagin vóru skiparin og maskinstjórin umborð á skipinum aftur fyri at kanna skaðan á skipinum.

Vee Skerries, (norse: Vestan Sker, kelda: wikipedia) eru nøkur sker, sum liggja tríggjar fjórðingar í ein útnyðring úr Papa Stour, vestast í Hetlandi. Ein viti varð bygdur á einum av skerunum eftir at bretski trolarin Elinor Vikingfórst her í sjeytiárunum. Eisini tá varð manningin bjargað við tyrlu.

Hinvegin doyði øll manningin, tá Aberdeen-trolarin Ben Doran í 1930 kom í havsneyð í ódnarveðri her, skrivar Shetnews.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder