Fyrti kortum varð greitt, at allir dagarnir í bólki 5B vóru fiskaðir. Hetta hevur við sær, at fleiri útróðrarbátar kring landið noyðast at liggja fyri árið í verandi støðu.
Seinnapartin í gjár hevði Fiskivinnuráðið fund um íkomnu støðuna, og har skuldi eitt uppskot frá landstýrismanninium í fiskimálum, Høgna Hoydal, viðgerast. Tað gekk út uppá, at flyta nakrar útróðrarbátar upp í bólk 5A soleiðis at teir kunnu halda fram at fiska - í bólki 5A eru framvegis dagar eftir.
Hesa loysnina vildi Fiskivinnuráðnum ikki ganga við til. Tey meta, at tað er ein óskikkur at broyta fortreytirnar hjá teimum, sum arbeiða í fiskivinnuni í tíð og ótíð. Harumframt vísir ráðið á, at tað er sannlíkt, at fullriknu útróðrarbátarnir í bólki 5A fara at mangla dagar seinni í ár, um broytingin verður gjørd. Hetta skrivar Kringvarpið.
Fiskivinnuráðið mælir til eina meira varandi loysn fyri bólk 5.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald