
Plátuverkstøðini Fixa og Prolakk sum umvæla bilskaðar hava nú lagt saman.
Í samband við samanleggingina, eru broytingar í eigaraskarðanum. Eigarar av Fixa eru nú Eyðun Berg, Bilasølan og Dánjal Jákup Joensen. Eyðun er stjóri og Dánjal Jákup er dagligur leiðari.
Fixa flutti í nýggj høli á Hjalla í oktober 2020. Alt virksemið verður nú í nýggja bygningin á Hjalla 34.
Fixa hevur verið í menning seinastu árini og leggur seg eftir at veita skaðaumvælingar á høgum støði. Bæði tá tað kemur til góðsku og skjótleika.
Fixa umvælir øll bilmerki og er umboðandi plátuverkstaður fyri Berg Motors, Nordcar, Bilrøkt, Norðbil og nú eisini Bilasøluna.
Hóast Bilasølan er við í eigaraskarðanum, so verður Fixa framhaldandi óheft verkstað til gagns fyri allar bilasølunar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald