Innanlands

Fixa umvælir nú eisini skaðar á Kia-bilum

Fixa og Bilrøkt hava gjørt samstarvsavtalu um, at Fixa verður umboðandi verkstaður at umvæla bilskaðar á bilar sum Bilrøkt umboðar. Nýggjur plátuverkstaður á Skarðshjalla verður bygdur, og skal standa liðugur í summar

Dánjal Jákup Joensen dagligur leiðari á Fixa, Jákup á Borg, stjóri á Bilrøkt og Eyðun Berg, stjóri á Fixa

Dánjal Jákup Joensen dagligur leiðari á Fixa, Jákup á Borg, stjóri á Bilrøkt og Eyðun Berg, stjóri á Fixa

2020-02-03 17:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fixa og Bilrøkt hava gjørt samstarvsavtalu um, at Fixa verður umboðandi verkstaður at umvæla bilskaðar á bilar sum Bilrøkt umboðar. Bilrøkt er nýtt umboð fyri vælumtókta bilmerkið KIA. Fixa hevur drúgvar royndir innan bilskaðaøkið og umvæla øll bilmerkið.

Frammanundan er Fixa umboðandi verkstaður fyri Norðbil og Nordcar, við nyggju avtaluni við Bilrøkt, er Fixa umboðandi verkstaður fyri bilmerkini KIA, BMW, Mini Cooper, Fiat, Honda, Hyundai, Jaguar, Jeep og Alfa Romeo.

Fixa er undir støðugari menning og leggur stóran dent á at umvæla eftir forskriftum og hægstu góðsku.  Góð tænasta við kundanum í fokus er ein sjálvfylgja.

Í menniningini er Fixa farin undir at byggja nýtt framkomið plátuvekstað á Skarðshjalla, sum skal standa liðugt komandi summar. Stórur dentur verður lagdur á at arbeiða umhvørvisvinarligt. Nýggj framkomin útgerð, sum hevur lægsta útlát ið finst, verður sett upp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder