Mentan

Fjald jól: Nýggj bók um jólini

– Í bókini fer Timothy Keller, prestur aftur um hugtøkini og pakkar jólaboðskapin upp fyri okkum, at vit betur skilja, hvat jólini veruliga snúgva seg um

Mynd: Leirkerið

Mynd: Leirkerið

2020-11-28 13:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hví eru jólini fyri mong so stressandi og avbjóðandi? Er tað tí, at ov nógv verður væntað av okkum, sum vit ikki megna? Hví kennist tað strævið at stýra ígjøgnum meldurin av tiltøkum, innkeypslistum og jólagávum? Og hví er tað samstundis so torført at hugsavna seg um boðskapin „friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!“?

Í bókini "Fjald jól" fer Timothy Keller, prestur aftur um hugtøkini og pakkar jólaboðskapin upp fyri okkum, at vit betur skilja, hvat jólini veruliga snúgva seg um, skrivar Forlagið Leirkerið, sum gevur út bókina.

Bókin, sum Pól í Skorini hevur týtt, varð upprunaliga givin út á eingilskum í 2016.

Føroyska týðingin er 120 blaðsíður og fæst í bókabúðum kring landið umframt á heimasíðuni hjá forlagnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder