Í annaðkvøld, hóskvøldið 10. oktober, verður eitt fjálgt og fløvandi tiltak í Sjóvarstovu á Strondum. Fyriskiparar eru Marjun Wolles og Ranvá A. Knudsen.
Kvøldið bjóðar m.a uppá eina hugnaliga stovukonsert við Marjun Wolles og Niclas Hera, og eitt sera lekkurt køkuupplivilsi frá Dreymakøkunum hjá Ranvá.
Heystið og tann myrka tíðin verður tann reyðitráðurin til kvøldið, og tað koma tit at síggja, smakka og hoyra í hølinum, køkunum og tónleiknum.
Marjun Wolles, sum er kend fyri at framføra heitan og hugnaligan tónleik, kemur at framføra ymiskar kendar føroyskar perlur og eisini kann væntast, at nakrir útlenskir sangir verða at hoyra, her ímillum onkrir íslenskir.
Niclas Heri fer eisini at framføra nøkur løg á kvøldinum.
Dreymakøkurnar fara eisini at seta dám á kvøldið við leskibitum. Ranvá Knudsen eigur Dreymakøkurnar, og fer hon at bjóða okkurt gott til góman, har smakkirnir bera brá av heystinum og tí meira myrku tíðini.
Tiltakið varar í umleið hálvanannan tímam og tað er pláss fyri 35 fólkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald