Fróðskapur hevur givið út bókina Fjallanøvn í Føroyum eftir Eivind Weyhe.
Bókin er 190 blaðsíður, við fleiri myndum. Flestu myndirnar hevur Pól Sundskarð tikið.
Fjallanøvn eru ein áhugaverdur partur av føroyskum staðarnøvnum.
Í nýggju bókini viðger Eivind Weyhe øll føroysk fjallanøvn málsliga og navnafrøðiliga.
Bulurin í bókini er ein gjøgnumgongd, har nøvnini í stavrað verða umrødd og viðgjørd.
Eisini er ein fakligur inngangur, sum lýsir fjallanøvn sum heild, teirra form og bygnað.
Sum onnur staðarnøvn hava tey sína søgu at siga um, hvussu forfedrar okkara valdu at navngeva støð, sum høvdu týdning fyri teir í dagligum yrki á sjógv og landi. Nøvnini vóru alneyðug í tí dagliga samskiftinum manna millum. Eisini eru tey týðandi partur av okkara málsliga arvi og hava tí málsøguligan týdning.
Í okkara tíð hava fjøllini hinvegin fingið alsamt størri týdning sum partur av náttúruupplivingum, og hjá mongum kann tað tá vera forkunnugt at kenna nøvnini og vita meira um søguna aftan fyri tey.
Eivind Weyhe er mag.art. í norrønari filologi og lektari emeritus á Fróðskaparsetri Føroya. Eivind granskar føroyskt mál og mentan, serliga staðarnøvn, mállæru, málføri og kvæði.
Hann hevur skrivað bøkur og eina ørgrynnu av greinum til tíðarrit og bløð. Ein stórur partur av greinunum eru savnaðar í bókini Eivindaródn, sum Fróðskapur gav út í 2012. Sama árið fekk hann Virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald