Mentan

Fjallasúkkling á breddan við flottum filmum

Spurningurin um hvussu vit gera við ferðafólk, sum vilja súkkla í fjøllunum, verður tikin upp á almennum fundi mikukvøldið

2019-11-05 16:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Áhugafelagið, sum kallar seg fyri Fjallasúkkling í Føroyum skipar mikukvøldið fyri almennum tiltaki í Smæruni í Havn. Á tiltakinum verða tveir hugtakandi filmir um fjallasúkkling í Føroyum vístir

Evnið fyri framsýningina er, hvussu vit í Føroyum kunnu lofta tí, at fleiri og fleiri leita sær í hagan, og hvat vit kunnu og eiga at gera, fyri at lofta tí á burðardyggan hátt. Eitt er, hvussu vit sjálvi skipa okkum, men hvussu gera vit við ferðafólk? spyrja fyrireikararnir.

Fyrst verður filmurin, sum franski fjallasúkklarin Kilian Bron stendur aftanfyri vístur.

Sí eisini: Eftir tromini á fjallasúkklum 

Í summar var Kilian Bron í Føroyum og filmaði saman við filmsliði sínum og við Jérome Clementz sum gesti í filminum. Filmurin er flottur og vísir súkkling í fullari ferð og gevur eina ímynd av hvat fjallasúkkling kann vera. Men hetta er eitt listarligt verk og hvussu samsvarar tað við tilgongdina hjá okkum í Føroyum?

Síðani verður ein frumsýning av einum føroyskum filmi, har fjallasúkklarin Helgi Winther Olsen tekur hyggjaran við á ferð gjøgnum gandakendan heim. Filmurin er djúpur og hugtakandi og vísir samleikan millum súkklara og náttúru. Evnið er varsemi og nærvera og setur mynd á hvørjar karmar tílíkar upplivingar í haganum krevja.

Báðir filmarnir eru stuttir. Kilian Bron sigur nøkur orð um filmin áðrenn sýningina í eini upptøku hann hevur sent, og Helgi er til staðar og sigur nøkur orð um hansara film.

Tiltakið er alment, men fyrireikararnir vilja gjarna hava eina hóming av hvussu nógv koma. Tað kann gerast á Facebook-tiltakinum Filmsframsýning – Fjallasúkkling í Føroyum 

[object Object]
Helgi Winther Olsen (Savnsmynd frá Oyggjaleikunum 2017: Jens Kr. Vang) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder