Tað er Bygdarfelag Skálfirðingar, ið skipar fyri, og verður tiltakið nevnt Fjarðarok. Týdningurin er rokan í fjørðuni, men hevur orðið eisini tvítýdning í talimálinum. meðan tað á skriftmálinum er munur á fjaðr og fjarð.
Bryggjan er øll gjørd klár til tiltakið, og verður har sett stórt tjald upp, eins og hoppiborgir, kaffivognur og annað.
Tiltakið er familju og barnavinarligt, og alt øki á bryggjuni í Skálafirði er væl og virðiliga ruddað, so rúmd er fyri umleið hálvthundrað húsvagnum.
Wc-skúrar og aðrir hentleikar eru klárgjørdir til endamálið, og longu fríggjadagin ber til at seta húsvagnar á staðið, og er ravmagn ókeypis.
Bátahylurin í Skálafirði er eisini sera væl egnaður fyri stuttleikabátar, og er har rúmd fyri fleiri bátum enn ein gevur sær far um. Eisini her er báta-atløga og ravmagn ókeypis.
Í stóra tjaldinum, ið sett er upp til ymisk undirhald, verður eisini matsøla, har góður fjarðabúffur, við øllum tilhoyri fæst, til keyps, eins og tostadrykkir av ymsum slag.
Nakrar forkunningar tónleikaframførslur vera og bæði konsertir og dansur eru ókeypis. Sámal Ravnsfjall syngur seinnapartin, Kári P út á kvøldið og út á náttina er fyrst føroyskur dansur og seinni enskur við Bergmonnum og fleiir.
Skráin fyri Fjarðarok sæst á Facebook
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald