Mentan

Fjarritarin: - Nú bleiv gott lag á gomlu - 35.000 krónur til Sands

Nelsi Sigurdsdóttir á Sandi gjørdist 35.000 krónur ríkari í Gekkinum í kvøld

(Skíggjamynd)

(Skíggjamynd)

2021-07-09 20:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyingar eru hepnir í Gekkinum, sum ongantíð veruliga kemur fyri seg og veksur. Tað verður etið av honum at kalla hvørt fríggjakvøld.

Í kvøld var einki undantak, og ein lutfallsliga lág upphædd, 100.000 krónur, var upp á spæl.

- Vit hava spælt gekk her í húsinum nærum síðani tað byrjaði, og vit eru ongantíð komin í gjøgnum, so spenningurin er øgiligur, greiddi Heri Sverrason frá í horninum. Hann var í kvøld fjarritari fyri unnustina, Nelsi Sigurdsdóttir á Sandi, sum hevði fulla plátu.

Tær 100.000 vóru býttar út í leyparnir so 35.000 krónur vóru í hvørjum.

Í fyrsta snari lendi hann á 20.000 krónum, og í øðrum snari á 10.000 krónum. Hann valdi tó - vegna unnustina - at royna eydnuna einaferð afturat.

Og hesaferð eydnaðist. Akkurát lendi hjólið á reyða leypinum, og so var frøi á Sandi.

[object Object](Síggjamynd: KVF)

- Nú bleiv gott lag á gomlu, tað kann eg gott siga tær. Eg havi kent hana í nógv ár, men ongantíð sæð hana uppá hendan mátan. Hetta var fantastiskt, segði ein væl nøgdur fjarritari.

- Tú verður helst biðin aftur, segði verturin í kvøld, Petrina Berg, sum frøddist saman við vinnaranum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder